Skrevet af
Frits Johannesen, d.
26-10-2009
Góða Hallveig!
Takk fyri mailin í morgun. Tað er sera vakurt ljós í morgun við Bøveg - tú veitst, Listamannabreytin, sum pápi tín plagdi at málbera seg. Hetta inniliga heystljósið, sum liggur um fjallagreinirnar og leggur seg á líðirnar og fjørðin.. og ikki at gloyma húsatekjurnar.. og skorsteinarnar. Mær hevur altíð dámt heystljósið.
Ja, tað frøir mítt gamla listahjarta, at tað gongst tær væl í listini. Tá ið svá er, so verður tað altíð hugaligt at taka um "penslabørnini". Lívið er eitt undur saman við hesum litríku penslastrokum. Vit eru sera glað fyri málningin, ið vit keyptu frá tær.
Tað var hugfarsligt á Varmakeldu, at tit komu upp og vóru við á Varmakeldufagnaðinum. Ja, tað var eitt stórt tiltak og undarligt kenst tað nú, at vera einsamallur á borgini eftir allan "rokan, ið var á fjørðinum".
Góða eydnu og góðan listaligan byr
Frits